Dómstólur: Trump skal leggja fram sjálvuppgávu

Trump kann ikki nokta fyri at leggja fram fyri ákæra í New York sjálvuppgávur sínar seinastu átta árini, heldur dómari.

Cyrus Vance, ákæri, er við at kanna, um Trump hevur brotið onkrara av lógunum í statinum, tá hann og felag hansara endurguldu upphædd, sum fyrrverandi advokaturin hjá Trump, Michael Cohen, hevur gjoldið fyri stripparan Stormy Daniels

Ein samveldisdómstólur í USA hevur víst aftur royndini hjá Donaldi Trump at sleppa undan at leggja fram sjálvuppgávur, sum ákærumyndugleikin í New York hevur biðið um.

NIðurstøðan hevur við sær, at ákærumyndugleikin kann stevna Trump fyri at fáa atgongd til privatu sjálvuppgávur hansara seinastu átta árini og skattauppgerðir fyri virkjum hansara sum liður í kanningararbeinum.

Advokatar hjá Trump hava tó boðað frá, at teir fara at kæra niðurstøðuna. Tað fer eftir øllum at døma at merkja, at málið verður drigið út, skrivar New York Times.

Ákærumyndugleikin í New York hevur stevnt grannskoðaranum hjá Trump fyri at fáa fatur á sjálvuppgávunum frá 2011 fram til dagin í dag.

Cyrus Vance, ákæri, er við at kanna, um Trump hevur brotið onkrara av lógunum í statinum, tá hann og felag hansara endurguldu upphædd, sum fyrrverandi advokaturin hjá Trump, Michael Cohen, hevur gjoldið fyri stripparan Stormy Daniels.

Hon heldur uppá at hava havt eitt stutt samband við Trump – nakað, sum forsetin afturvísur.

Trump og advokatar hansara hava grundgivið fyri, at forsetin ikki kann kannast, so leingi hann situr í Hvítu Húsunum.

/ritzau/Reuters