Donsk koronu-app kann ávara um smittu

En nýggj app til snildfonir skal brúkast til at spora smittu við koronuvirusinum. Hon er ment til at verja privatlívið.

Heilsu- og eldraráðharrin Magnus Heunicke hevur tíðindafund um nýggju smittusporingsappina »Smittestop« í »Det Kongelige Biblioteks Have«. - Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Heilsu- og eldraráðharrin Magnus Heunicke hevur tíðindafund um nýggju smittusporingsappina »Smittestop« í »Det Kongelige Biblioteks Have«. - Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, legði í dag fram appina »Smittestop«, sum fólk sjálvboðin kunnu nýta til at geva boð til app-brúkarar, sum tú hevur verið í sambandi við, um tú sjálvur er kannaður positivur við koronuvirusi.

Appin kann geva fólki boð, sum tú ikki kennir. Síðani kunnu tey verða kannað.

Fleiri ES-lond hava longu borið fram ymsar sporingsappir. Sambært Heunicke hava tey í Danmark fyrst viljað tryggjað sær, at appin verjir privatlívið hjá fólkini á rættan hátt.

/ritzau/

Heilsu- og eldraráðharrin Magnus Heunicke hevur tíðindafund um nýggju smittusporingsappina »Smittestop« í »Det Kongelige Biblioteks Have«. - Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix