Donsku heilsumyndugleikarnir fyri atfinningum

Føroyar bera seg rætt at

Donsku heilsumyndugleikarnir eru fyri sterkum atfinningum fyri ikki at kanna øll, sum hava sjúkueyðkenni, fyri koronavirus.

Við Politiken sigur Kristian G. Andersen, sum ráðgevur amerikansku stjórnini um koronavirus, at tað, sum er mest umráðandi, er at fáa vita, hvør er smittaður, og hvør ikki er. Kristian G. Andersen sigur, at tað skuldi latið seg gera at skipa fyri einari tilbúgving, ið kann kanna 10.000 danskarar um døgnið.

Í Danmark verða í løtuni umleið 1.000 fólk kannað um dagin, at heilsumyndugleikarnir hava boðað frá, at teimum vantar kanningarútgerð. Myndugleikarnir hava boðað frá, at fólk við veikum ella mildum sjúkueyðkennum skuldu halda seg innandura, og at orkan nú verður brúkt til at kanna tey, ið eru meira sjúk.

Politiken vísir til Føroyar og kanningararbeiðið á heilsufrøðiligu starvsstovu sum fyrimynd fyri, hvussu myndugleikar á góðan hátt kunnu kanna stórar partar av fólkinum við munandi úrsliti.

– Tað koyrir í døgndrift. Vit gera nógv burtur úr at kanna, eisini um tú bara ert illa fyri. Strategiin er at fáa kannað so nógv sum gjørligt. So hava vit kastað nótina út, soleiðis at vit kunnu avbyrgja smittuna, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni, við Politiken.