Drangur sakk eftir ongari tíð

Ísland: Tá manningin kom til skipið, sóu teir, at Drangur hevði fingið slagsíðu, og stutt eftir var skipið sokkið.

 

Drangur lá við molan í Stöðvarfirði, har onkrar umvælingar eru gjørdar.

Drangur lá við molan í Stöðvarfirði, har onkrar umvælingar eru gjørdar.

 

Íslendski trolarin, Drangur ÁR-307, er sokkin í havnini í Stöðvarfirði. Tað var, tá trolarin skuldi loysa stundisliga á morgni, at manningin, sum var komin til skipið, sá, at Drangur hevði fingið slagsíðu, og stutt eftir stóð skipið á botni. 

Íslendska ríkisútvarpið veit at siga, at eitt stórt lið av sløkkiliðs-og bjargingarfólki hava arbeitt við at minkað um oljudálking og at bjarga ymiskum leysum, sum er flotnað úr skipinum.

Margeir Margeirsson, sløkkiliðsleiðari í Stöðvarfirði, sigur, at Drangur sakk ógvuliga skjótt, eftir at manningin hevði sæð, at skipið hevði fingið slagsíðu. - Drangur hevur nýliga verið til fiskiskap, men lá nú við molan í Stöðvarfirði, har onkrar umvælingar eru gjørdar.

Sløkkiliðsleiðarin sigur, at nógv olja er likin úr skipinum, og teir hava tískil lagt oljusperringar út. Líkt er til, sigur Margeir Margeirsson, at tað er brenniolja - og ikki svørt olja - sum er likin úr skipinum. 

Drangur lá við molan í Stöðvarfirði, har onkrar umvælingar eru gjørdar.