Drotning deyð av korona

Afrikanska drotning Noloyiso Sandile er deyð.

Hon er systir kong Goodwill Zwelithini, ið ræður í Zulu ættarbólkinum.

Eisini var Sandile gift kong Maxhoba Sandile úr amaRharhabe ættarbólkinum. Hann doyðu í 2011.

Síðani hevur Noloyiso Sandile drotning rátt fyri borgum í amaRharhabe ættarbólkinum. Hetta orsakað av, at sonururin, Jonguxolo Sandile, prinsur, var ov ungur til at taka við sum kongur.

Tann 56 ára gamla Sandile varð innløgd við covid-19, tí hon hevði trupulleikar av sjúkuni.

Sambært John Hopkins Universitetinum eru 224.665 fólk í Suðurafrika smittað við korona. Av teimum eru 3.602 deyð, og harvið er Suðurafrika tað afrikanska land, sum er harðast rakt av sjúkuni, og nú er drotning Sandile partur av hesum hagtølum.

Í Suðurafrika eru sjey familjur í ættarbólkum og etniskum bólkum, ið eru viðurkendar sum kongaligar.