Drotningin avlýsir 80 ára føðingardagin

Vegna støðuna við coronavirus hevur Margreta drotning gjørt av at avlýsa føðingardagsveitsluna.

Tað verður einki alment hald í sambandi við 80 ára føðngardagin hjá drotningini 16. apríl.

Hesum boðar kongshúsið frá í tíðindaskrivi.

Avlýsingin kemur í kjalarvørrinum av støðuni við coronavirusinum, sum hevur lagt Danmark og onnur lond lamin.

– Danmark og heimssamfelagið stendur júst nú í eini truplari støðu.

– Vit hava øll eina serliga ábyrgd at tað atlit til hvønn anna og saman at hjálpa til, at Danmark kemur væl ígjøgnum hesar avbjóðingarnar, sum landið hevur.

– Eg mæli tí til, at vit øll gera sum stjórnin og myndugleikanir siga og ansa upp á hvønn anna, sigur Margreta drotning í tíðindaskrivinum.