Dýnu-Lars álvarsliga sjúkur: Letur soninum formanssess

Jýsk-veldið fær nýggja leiðslu, nú stovnarin Lars Larsen er vorðin sjúkur. Hann letur sonin yvirtaka sess sín.

Lars Larsen, sum stovnaði Jysk, hevur fingið staðfest livrakrabba, sum hevur breitt seg. Tí gevst hann í felagnum. (Mynd: Bo Amstrup / Ritzau Scanpix)

Lars Larsen, sum stovnaði Jysk, hevur fingið staðfest livrakrabba, sum hevur breitt seg. Tí gevst hann í felagnum. (Mynd: Bo Amstrup / Ritzau Scanpix)

Stovnarin av Jysk, Lars Larsen, hevur fingið staðfest livrakrabba, sum hevur breitt seg, og tí tekur hann seg aftur sum formaður fyri Jysk og fyri Lars Larsen Group, sum eigur alt handilsveldið hjá Lars Larsen.

Hann letur sonin, Jacobn Brunsborg, taka fyri formanssessin.

Tað upplýsir Jysk í einum tíðindaskrivi.

– Tað er tíverri ein ógvuliga álvarsom diagnosa, eg havi fingið, og tí fari eg at nýta tíð mína og kreftir mínar upp á familjuna, sigur Lars Larsen í tíðindaskrivinum.

– Tað hevur stóran týdning fyri meg, at virksemið okkara er framtíðartryggjað.

– Jacob hevur verið ein partur av felagnum í mong ár og hevur havt ein týðandi leiklut í nevndunum í nógvum av feløgunum í Lars Larsen Group. Hann er uttan iva tann rætt at føra virkið víðari, sum eg setti í gongd á sinni.

 

/ritzau/

Lars Larsen, sum stovnaði Jysk, hevur fingið staðfest livrakrabba, sum hevur breitt seg. Tí gevst hann í felagnum. (Mynd: Bo Amstrup / Ritzau Scanpix)