Ebola-heilivágur sær út til at hjálpa

Á universitetssjúkrahúsinum í Chicago vísir ein fyribilsfrágreiðing, at heilivágurin hevur positivan virknað móti korona-virus.

 

Líkt er til, at ebola-heilivágur hevur ein positivan virknað móti korona-virus. Tað vísa fyribils kanningar, og nú verður heilivágurin eisini royndur við korona-sjúklingum í Noregi, veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.

Higartil er ebola-heilivágurin - remdesivir - royndur við átta sjúklingum í Noregi, og hetta eru sjúklingar, sum liggja á sjúkrahúsi við covid-19. NRK vísir á, at remdesivir verður roynt á nógvum sjúkrahúsum kring heimin, og hetta verður gjørt í samstarvi við Heimsheilsustovnin, WHO.

Á universitetssjúkrahúsinum í Chicago vísir ein fyribilsfrágreiðing, at heilivágurin hevur positivan virknað móti korona-virus. - Sjúklingar, sum dagliga fingu ebola-heilivágin, ernaðust og kundu fara heim aftur av sjúkrahúsinum eftir einari viku, skrivar heilivágs netsíðan, Statnews.

Sambært NRK er kortini langur vegur til, at nøkur endalig niðurstøða kann gerast, tí fyribils úrslitini, sum ymisku londini higartil hava at vísa á, byggja á lutfalsligar smáar kanningar.

Í Chicago luttóku 125 sjúklingar í royndunum, harav 113 vóru álvarsliga sjúk av korona-virus. - Flestu av okkara sjúklingum eru longu útskrivaðir, og higartil eru bert tvey fólk deyð, sigur Kathleen Mullane, serfrøðingur í smittandi sjúkum á universitetssjúkrahúsinum í Chicago.

Í Noregi siga læknar, at tey higartil ikki hava lagt til merkis nøkur keðilig árin av ebola-heilivágnum. - Men, fyrsti sjúklingurin fekk heilivágin fyri 14 døgum síðan, og tí er enn ov tíðliga at siga nakað um virknaðib av remdesivir á okkara korona-sjúklingum, sigur Anne Ma Dyrhol Riise, yvirlækni, við NRK.

Anne Ma Dyrhol Riise leggur aftrat, at tey leypandi fara at fáa dagføringar frá Heimsheilsustovninum við úrslitum úr øðrum londum, har sjúklingar eisini eru viðgjørdir við ebola-heilivági.