Edmund Joensen: - Eg eri sera væl nøgdur

- Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri at vinna fyrstvalda fólkatingsmannin aftur, sigur nývaldi fólkatingslimurin

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen ynskja hvørjum øðrum tillukku við fólkatingsessinum

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen ynskja hvørjum øðrum tillukku við fólkatingsessinum

Edmund Joensen, sum nú er valdur á fólkating umboðandi Sambandsflokkin, fegnast um sigurin í kvøld. Hann skal nú aftur á gamlar gøtur.

- Eg eri sera væl nøgdur. Mær dámar væl hatta arbeiðið og gleði meg at koma til arbeiðis og taka tað arbeiðið upp aftur, sum eg var í holt við fyri fýra árum síðani, sigur hann og tekur dømi um havgranskingina.

Edmund Joensen telist millum royndastu føroysku politikararnar, og júst hetta er ein av orsøkunum til, at hann fekk eitt so gott val í kvøld.

- Grundin til, at tað gekk so væl, er kanska tí, eg havi verið í fólkatinginum fyrr og havi fleiri royndir í politikki. Sambandsflokkurin hevur eisini gjørt eitt gott arbeiði fyri at vinna fyrstvalda fólkatingsmannin aftur, sigur hann.

##med2##

Hann gleðir seg at koma í gongd við arbeiðið.

- Tað fyrsta verður at etablera meg og fáa basuna í ordan. Mann skal jú hava fólk í sína umsiting og gera avtalur. Síðani skal eg vera við til býtið um nevndarsessin, so har er nógv at gera.

Hitt fólkatingsumboðið verður Sjúrður Skaale (C), sum bleiv kvøldsins toppskorari.

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen ynskja hvørjum øðrum tillukku við fólkatingsessinum