Eftir páskir verða Føroyar lætnar upp aftur

– Men tað verður gjørt í stigum, og fortreytin er, at gongdin higartil ikki versnar sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum

Eftir páskir verða Føroyar lætnar upp aftur – men spakiliga. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Nú hava allar Føroyar mest sum ligið lamnar  í tríggjar vikur í eini roynd at forða koronasmittuni í at breiða seg. Fyribils skuldu tiltøkini verða í gildi til eftir páskir, og Jenis av Rana ger nú greitt, at á páskum verða broytingar at síggja, tí tá er ætlanin at lata Føroyar upp aftur – so líðandi.

Men fortreytin er sjálvsagt, at góða gongdin, sum hevur verið higartil, heldur fram. Tað, hann sipar til, er, at tað hevur eydnast okkum at tálma smittuspjaðingini munandi.

Í sambandi við koronakreppuna, vórðu skúlar og dagstovnar stongdir, men Jenis av Rana sigur, at heldur hendan gongdin fram, er ætlanin at lata upp aftur – men tað verður stigvíst, og við størsta varsemi.

Í hesum sambandi leggur hann nevniliga dent á, at talan verður ikki um at skrúva for frá beinanvegin. Sostatt verður ikki talan um at lata allar næmingar fara í skúla aftur eftir páskir

Hann sigur, at sjálvur hevur hann eina greiða hugsan um, hvussu farast skal fram, men tað vil hann ikki siga nakað um enn.

Hann sigur, at støðan verður viðgjørd saman við heilsumyndugleikunum fyri at seta eina  kós út í kortið fyri, hvussu Føroyar kunnu latast upp aftur á tryggari grund. Og hann væntar, at tíðliga í næstu viku kemur ein fráboðan, hvussu farast skal fram, og á hvørjum økjum í samfelagnum, tiltøkini verða linkað.

– Vit taka onga avgerð hesumegin vikuskiftið, tí vit vilja hava tað aftur um, áðrenn støða verður tikin, sigur hann.
Men eitt boð kundi verið, at næmingar, sum skulu til próvtøku í summar, verða teir fyrstu, sum fara aftur í skúla, og at øll hini bíða nakað enn.

Jenis av Rana ásannar, at tað er ein møguleiki. Í øllum førum er tað ikki ein møguleiki at lata øll fara í skúla í senn, tí tað hevði verið óðamannaverk, leggur hann afturat.

Hinvegin leggur Jenis av Rana dent á, at samstundis sum Føroyar verða lætnar upp aftur, skal ein serlig ætlan leggjast fyri, hvussu fólk, sum eru í serlugum vandabólkum, verða enn betri vard ímóti smittu enn tey eru nú. Her hugsar hann um tey eldru, tey veiku, og tey við varandi sjúkum.

– Tá ið Føroyar verða lætnar upp aftur, er ein ávísur vandi fyri at smittan fer at breiða seg aftur, og tí verður tað neyðugt at seta serlig trygdartiltøk í verk ímóti teimum, sum eru í vandabólkunum, sigur Jenis av Rana.

Tí leggur hann eisini stóran dent á, at atburðurin hjá teimum, sum verða »slept leys« aftur eftir páskir, verður ógvuliga avgerðandi fyri, hvussu skjótt tað fer at ganga at lata Føroyar upp aftur.

Tað merkir, at tey skulu vísa ábyrgd og ikki fara at vitja ommur og abbar, ella fólk við varandi sjúkum.

Tað verður ein høvuðsboðskapur hjá okkum, nú vit lata Føroyar upp aftur, sigur Jenis av Rana.