– Eg eri eisini forsætisráðharri í Føroyum

Og eg vil fegin halda fram sum forsætisráðharri eftir valið. Tí dámar mær best, at fólk velja flokkar, sum vilja, at eg skal halda fram sum forsætisráðharri, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum í løtuni hevur valfund í Østrøm í Havn.

Lars Løkke heldur fund í Havn í løtuni

Lars Løkke heldur fund í Havn í løtuni

Lars Løkke Rasmsussen vísir á, at allir teir 179 fólkatingslimirnir eru fólkatingslimir á sama støði og við somu ábyrgd.

– Øll hava somu ábyrgd – eisini at gera av, hvør skal vera forsætisráðharri í Danmark, sigur hann.

Sjúrður Skaale, sum er fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vildi hava vita, um forsætisráðharrin er komin til Føroya at føra valstríð, at fáa føroyingar at velja Sambandsflokkin og Fólkaflokkin – og kanska Tjóðveldi við, sum hevur sagt seg vilja samráðast um, hvør skal vera forsætisráharri. Og um hann harvið eisini vil ávirka føroyingar til ikki at velja Javnaðarflokkin.

– Eg vil fegin halda fram sum forsætisráðharri. Tí vil eg fegin, at føroyingar og grønlendingar – og fyri eisini danir – velja flokkar, sum vilja, at eg skal halda fram sum forsætisráðharri.

Venstre heldur í løtuni alennan kjakfund í Østrøm í Havn.

Lars Løkke heldur fund í Havn í løtuni