Eg eri ikki í iva um hvør eigur æruna

Vit kunnu vænta at nøkur fólk aftur fara at fáa korona

– Hetta eru hugalig tøl at fáa. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, við útvarpsstøðina, FM1, nú meiri enn ein vika er farin síðani ein føroyingar varð funnin, sum var sjúkur av korona.

Sjálvur er Kaj Leo Holm Johannesen ikki í iva um, at tað er Føroya fólk, sum eigur størsta æruna av hesum.

– Fólk hava tikið tilmælini frá myndugleikunum í stórum álvara og hava skipað seg væl, bæði vinnulív og handlar, og fólk annars, sigur hann.

Hann sigur, at nú verður samfelagið so smátt latið upp aftur og eisini á Landssjúkrahúsinum sita tey og leggja til rættis, hvussu ferð kann setast á virksemið annars.

Hvussu skjótt tað fer at ganga, veit hann ikki, men væntar ikki at tað slepst undan, at nakrir føroyingar afturat fara at fáa korona.

Men hann heldur, at vit hava eitt so mikið sterkt heilsuverk, at tað avbjóðingina fer tað at klára

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá.