Eg fari eisini at blanda meg uppí, Jógvan

Hvussu tramin eru vit komin hartil, at stjórin fyri Nets, sum eisini veitir føroyska bankakervinum tænastur, stendur til at fáa 2 milliardir í bonus? Hetta er ein av teimum spurningum, sum eg hevði tikið upp á fólkatingi, fekk eg høvi.

Jógvan á Lakjuni ætlar sær niður á fólkating at blanda seg upp í sonevnda etiska kjakið í Danmark. Hann fær ikki lagt hugsjónarligu kápuna eftir vesturi á flogvøllinum, bara tí røðarapallurin er danskur. Eg skilji hann væl. Eins og í Føroyum hevði hann eisini har blandað seg upp í kjakið um abort, rættindi hjá homoseksuellum, um javnstøðu og løgfrøðiligt kynsskifti.

Hugsjón snýr seg um tað universella. Um tað yvirskipaða lívs- og menniskjasýnið, sum øll so ella so eru forankrað í. Um títt jørðildi. Um, hvat tú heldur vera rætt og skeivt. Og her eru vit mangan ósamd. Friður verið við tí. Soleiðis er fólkaræðið. Umboðandi fólkið. Umboðandi veljaran. Umboðandi ymsar lívsfatanir.

Sjálv hevði eg heldur ikki lagt mína hugsjónarligu sosialdemokratisku kápu (av tí gamla traditionella slagnum) frá mær, kom eg á fólkating. Ikki fyri at blanda meg upp í innanhýsis donsk viðurskifti, men, í tað mangan áleikandi hugsjónarliga kjakið, sum eisini spjaðir seg heim til Føroyum.

Bara fyri at nevna eitt dømi: Bankakervið, sum er danskt málsøkið, men eisini ávirkar okkum í Føroyum.

Til dømis aktuellu hvíttvaskingargølurnar, har milliardir verða slúsaðar gjøgnum danskar bankar uttan um skattamyndugleikarnar. Um týdningin av at strykja eftirlitið og harvið eisini álitið á bankarnar.

Um, hvussu tjóðarbúskapurin og stabiliteturin verður útholaður av spekulantum, globalum transaktiónum og pappírspengum, har onki veruligt virksemi ella framleiðsla liggur aftan fyri.

Eg kundi eisini harselerað móti svínsku bonusskipanunum, har vit til dømis í vikuni lósu um, at stjórin í Nets, sum eisini veitir tænastur til føroyska bankakervið, stendur til at fáa 2 milliardir – ikki 2 milliónir – nei, 2 milliardir! í bonus. Pengar, sum vanligi bankakundin rindar í ómaksgjøldum, eisini føroysk.

Hetta var bara eitt dømi úr rúgvuni.

Eg hevði helst eisini luttikið í prinsipiella orðaskiftinum um heilaga kappingarsamfelagið, sum við Ecxel-stýring, effektiviseringum og skrásetingarørskapi selja út av med- og menniskjaligheitini. Har arbeiðsmarknaðurin, almannaøkið, barnaøkið, heilsuverkið, útbúgvingarverkið og mentanarøkið verða niðurpínd, tí menniskjalívið verður bara gjørt upp í krónum og oyrum. Og menniskjuni eru degraderða til hent amboð, sum í lívsins hamstarahjóli skulu skapa teimum vælbjarðaðu profitt.

Eg hevði umrøtt tað andliga fortapilsi, sum vit eru vitni til í syðsta parti av ríkisfelagsskapinum, har okkara ungu nema sær útbúgvingar. Har tey humanistisku fakini, tað andliga, tað almenna dannilsi, verða forfjónað. Har mál, søga, mentan og skaldskapur verða skúgvað til viks, tí tey verða mett nyttuleys - tey kunnu jú ikki mátast í krónum og oyrum her og nú. Eitt fortapilsi, sum lættliga smittar av hendan vegin, eru vit ikki á varðhaldi. Har grundleggjandi vælferðarøki, herundir alt mentanar- og útbúgvingarøkið, líða undir sonevnda “omprioriteringsbidraget”, sum merkir sparingar á tvey prosent hvørt einasta ár. Vit síggja tað hjá DR, ómannaðum bókasøvnum, stongdum háskúlum, niðurpíndum útbúgvingarstovnum, niðurlegging av humanistiskum fakum, herundir føroyskt og íslendskt á KU.. Ja, sonn andlig armóð, sum trongir til eitt gypp í afturpartin av fólkatingsrøðarapallinum av og á.

Slíkt hevði eg umrøtt á fólkatingi. Tí eg hevði ikki kunnað latið vera. Eins og Jógvan á Lakjuni.

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }