Eg lurti eftir ALS-stýrinum

– Mannagongdin er tann, at tað er ALS-stýrið, sum kemur við áheitan á landsstýrismannin, og so letur landsstýrismaðurin tað víðari til løgtingið, um nakað skal broytast við útgjaldinum í ALS. Eg fari ikki at broyta nakað, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum

Vinnunevndin hevur heitt á landsstýrismannin, Helga Abrahamsen, og stýrið í ALS um at rætta skeivleikarnar og javnseta arbeiðsleys, so at nøkur arbeiðsleys ikki kunnu fáa í mesta lagi 20.000 krónur um mánaðin, meðan onnur arbeiðsleys í mesta lagi bara kunnu fáa 17.500 krónur.

Men landsstýrismaðurin ætlar ikki at gera nakað við hesa áheitanina.

– Eg fari at halda meg til mannagongdirnar, og um nakað skal broytast í ALS-útgjaldinum, so má tað koma frá ALS-stýrinum. Tað eru jú partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið eiga ALS, sigur Helgi Abrahamsen.

Landsstýrismaðurin vísir á, at í uppskotinum, ið hann legði fram í sambandi við at gera hesa serligu koronaskipanina fyri arbeiðsleys, hevði hann sett mesta útgjaldið til 17.500 krónur, ið júst er tað sama gjaldið, sum vanlig arbeiðsleys fáa. Men so vísir hann á, at tað var nógv trýst lagt á at hækka útgjaldið, og tað endaði við, at semja varð um 20.000 krónur.

ALS-arbeiðsleys og korona-arbeiðsleys skulu javnsetast

Sjálvur heldur hann, at tað er óheppið, at útgjaldið til arbeiðsleys er ójavnt, men hann ætlar kortini ikki at gera nakað við tað.

– Eg fari ikki at mæla ALS-stýrinum til at broyta í skipanin sum nú er. Vit hava gott og nógv samskifti við ALS, men um nakað skal broytast í útgjaldinum, so má ALS koma við uppskotinum, sigur Helgi Abrahamsen.