Egyptaland: Ófriður í gøtunum breiðir seg til virðisbrævamarknaðin

Virðisbrævamarknaðurin í Kairo er bráðfeingis stongdur eftir stór kursfall.

Viðrisbrævamarknaðurin í Kairo er fyribils stongdur. Serfrøðingar kalla tað eitt aftursvar upp á mótmælisgongurnar.

Virðisbrævamarknaðurin í Egyptalandi varð í dag dag fyribils stongdur í ein hálvan tíma, eftir at leiðandi indeksið fall við fimm prosentum.

Sambært virðisbrævaserfrøðingum er orsøkin til fallið, at smærri mótmælisgongur vóru í Kairo og í øðrum býum fríggjakvøldið. Tað hevur loypt órógv á íleggjarar.

Tað er fyrstu ferð síðani 2016, at virðisbrævaindeksið, EGX 100 er fallið við fimm prosentum.

Fleiri hundrað fólk vóru komin saman fríggjakvøldið á Tahrir-torginum í Kairo, sum í 2011 var miðdepil fyri hópmótmæli, sum førdu til, at einaræðisforsetin Hosni Mubaraks fall.

Tað vóru eisini smærri mótmæli í øðrum egyptiskum býum fríggjadagin.

Fólk mótmæla Abdel Fattah al-Sisi, forsera. Hann er fyrrverandi generalur, sum setti seg á odda fyri Egyptalandi, eftir at herurin tók valdið og koyrdi fyrsta fólkavalda forsetan, Mohamed Mursi, frá í 2013.

– Far Sisi, róptu mótmælisfólkini í Kairo fríggjakvøldið.

 

/ritzau/Reuters