##med2##
Oddaliðið KÍ sleppur ikki í eldin í dag.
Sera týðandi uppgerðin í Betrideildini millum Víking og KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu er avlýst.
Sambært dómaranum, Eileri Rasmussen hava teir roynt umstøðurnar við bólti nakrar ferðir úti á vøllinum, og bólturin liggur ikki stillur sum hann skal til deyðbóltsstøður, og tí er heilt einfalt ikki spælandi.
Eiler Rasmussen hevur boðað formannin í kappingarnevndinini frá avgerðini. Kappingarnevndin má so finna eina nýggja dagfesting til dystin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Eiler Rasmussen.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjararnar hjá Víkingi og KÍ, Sámal Erik Hentze og Mikkjal Thomassen.