Ein íslendingur aftrat deyður av korona

Í gjár doyði fimti íslendingurin av covid-19. Hetta var ein maður, føddur í 1953.

 

 

 

 

1486 fólk í Íslandi eru nú smittað við korona-virus, covid-19, og av hesum eru 1054 framvegis sjúk. 428 fólk eru vorðin frísk aftur av sjúkuni.

Visir.is skrivar, at seinastu tveir dagarnar er talið av smittaðum vaksið við ávikavist 53 og 69 tilburðum, og tølini eru vaksin nakað seinastu dagarnar.

Lagt verður aftrat, at 25.394 fólk í Íslandi eru kannað fyri covid-19. Í løtuni eru 42 fólk á sjúkrahúsi, harav 11 eru í intensivari viðgerð.

Visir.is skrivar, at 5.511 fólk í løtuni eru í sóttarhaldi, harav 1.054 eru avbyrgd. Sum skilst á íslendsku heimasíðuni hava tilsamans 11.657 fólk nú verið í sóttarhaldi í Íslandi.

Fyri fáum tímum síðan visti dv.is í Íslandi at siga, at ein íslendingur aftrat er deyður av korona-virus, og soleiðis hevur sjúkan nú kostað fimm fólkum í Íslandi lívið.

Heimasíðan veit at siga, at tað er Sigurður Sverrisson, føddur í 1953, sum er deyður, eftir at hava stríðst við herviligu sjúkuna seinastu vikurnar.

Hetta seinasta deyðsfallið í Íslandi broytir ivaleyst tølini fyri innleggingar, eins og talið av innleggingum á intensivari deild nú hugsandi er 10 - og ikki 11.