Ein korona-tilburður afturat í gjár

Nú er smittan staðfest hjá 185 fólkum í Føroyum

Í gjár varð aftur eitt fólk smittað við korona-virus. Tað sigur virkandi landslækni í morgun.

Sostatt eru tað nú tilsamsns 185 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna og nú eru tilsamans 6.021 fólk kannað fyri smittu.

Í løtuni eru annars 176 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna, og tað vit vita um, eru tað sostatt bara níggu fólk, sum hava korona.

Eingin er innlagdur á sjúkrahús í sambandi við koronasmittuna, men tað sita framvegis 25 fólk í sóttarhaldi.