Ein sera góður útflutningur fyri Føroyar

Fiskimenn og útisiglarar við føroyskum og útlendskum skipum og handverkarar, sum arbeiða í útlandinum, er ein sera góður eksportur fyri Føroyar

 Nógv er broytt seinastu árini, tí í dag eru tað okkara fiskimenn her á landi, ið fíggja trygdargrunnin sjálvir, sum annars var á fíggjarlógini.

Fiskimenn fáa eitt nú ikki 20 dagar løn um mánaðin, sum onnur á arbeiðsmarknaðinum. Er neyðugt at vera heima í ótíð, um eitt nú barn ella kona eru sjúk, má fiskimaðurin biðja reiðaríið um frítúr og síðani vera heima uttan løn.

Marita læt vera við at altíð leggja eftir sjómanninum!

Nú arbeiðsgevarafelagið leggur eftir sjómannafrádráttinum og frádráttunum hjá handverkarunum, sum arbeiða uttanlanda, vil eg bert minna á, at her má helst vera ein misskiljing ella hevur Marita ikki sett seg nóg væl inn í málini um frádráttir og ágóðar, sum fólk hava í landsins skattaskipan.

Eg skal vera tann fyrsti at siga, at tað er umráðandi at øll, í so stóran mun sum møguligt taka aktivt lut í skattaskipanini. Tað skal kennast sum ein stoltleiki at vera í einari skattaskipan, sum er við til at fíggja okkara samhaldfasta og vælferðarsamfelag, sum skal vera fyri øll. Hesin stoltleikin skal eisini merkjast fyri landsins borgarar, sum hava valt sær eitt starv sum sjómaður í Føroyum, við føroyskum skipi ella útlendskum skipi. Eisini um tú ert handverkari og arbeiðir uttanlanda.

Í Føroyum skal vera gott at liva og virka í. Tað skal vera vítt til veggja, tá ein finnur sær mátan fram til sítt livubreyð. Eitt rúmligt samfelag, har pláss skal vera fyri øllum.

 

Heilsan

Hans Andrias Kelduberg,

valevnið Fólkafloksins