Tann smittaði er komin til Føroya úr útlondum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 380 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 161.301 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 498 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 495 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna