Ein spennandi roynd á Føroyabanka

Her verður í øllum førum nóg mikið til matstovurnar, sum fara at hava ediliga fiskin á síni matskrá.

Bankatoskur á Barbaru - vid steini og hvitum sandi av Føroyabanka.

Bankatoskur á Barbaru - vid steini og hvitum sandi av Føroyabanka.

 

Nú Magnus Heinason fer at koma aftur av Føroyabanka, har skipið hevur gjørt árligu váryvirlitstrolingarnar, eru fólk spent eftir at vita, hvussu gingist hevur.

Sum skilst, hevur skipið fingið bæði hýsu og tosk umframt onnur fiskasløg.

Keldur, sum In.fo hevur skift orð við, siga, at her verður í øllum førum nóg mikið til matstovurnar, sum fara at hava henda ediliga fisk á síni matskrá.

Norðlýsið hevur fingið eina upptøku sendandi, har ein trolposi við toski, sum er fiskaður á Føroyabanka, verður latin upp, og fiskurin rennur niður á verksmiðjuna.

- Sum fiskurin rennur úr posanum, sæst, at hann er sera væl í holdum. Er upptøkan eftirfarandi og umboðandi, er nógv at koma eftir á Bankanum, skrivar Norðlýsið.

 

 

 

 

 

Bankatoskur á Barbaru - vid steini og hvitum sandi av Føroyabanka.