Einar grønar Føroyar

 

 

Eitt av mongu málunum eg fari at arbeiða fyri er at gera Føroyar grønari á orkuøkinum og harvið gera okkum leysari av oljuni og verja umhvørvi móti dálking. 

 

Vit eiga at lata fólk sjálvi gera av, hvørja grønar orkukeldur tey velja til sín bústað - og ikki tvinga tey til orkukeldur, sum óbeinleiðis brenna olju. 

 

Tí kann tað gerast neyðugt at lóggeva ímóti, at tað almenn ella kommunur tvinga fólk at binda í ávísar orkulkeldur (hitaskipanir) - framum framkomnar grønar alternativar orkukeldur - sum fólk heldur vilja hava til sín bústað og sum eru grønari og meira leysar av oljuni.

 

Eitt nú eru dømi um, at tað verða treytir settar í útbjóðingartilfar, har man tvingar borgaran at  binda í ávísar orkukeldur, sum ikki eru grønar, men kanska blíva tað einferð í framtíðini, tá tað finnast meira dagførdar alternativar orkukeldur, sum eru grønari enn í dag.

 

Tað eru fleiri framkomnar orkukeldur at velja ímillum í dag, til tey, sum skulu velja sær eina orkukeldu, til nýggja bústaðin tey byggja. Sjálvandi seta fólk seg inn í, hvørjar grønar orkukeldur eru at velja í millum í dag, og í flestu førum søkja sær ráðgeving, so tey taka rætta valið til teirra orkukeldu.

 

Tíanverri eru tey mong, sum ikki fáa hetta frælsið at velja sjálvi, men eru tvungin til ávísa orkukeldu, sum tey ikki ynskja. 

 

Frælsið hins einstaka framum tvingsil og skrivstovuveldi - tað vilja vit í Sambandsflokkinum.

 

Annfinn Brekkstein

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin