Eingi korona - úrslit í dag

Tað vórðu so fá fólk kannað í gjár, at eingi tøl verða almannakunngjørd enn

Í dag verða eingi tøl almannakunngjørd fyri, um nakar føroyingur afturat er funnin við korona.

Heilsumálaráðið sigur, at tað kemst av, at í gjár vórðu so fá fólk kannað, og tað merkir, at tað verður ikki fyrr enn í morgin ári aftur, at tað aftur verður upplýst um nakar er funnin afturat við korona, ella ikki.

Tað merkir, at tað vit vita um, eru tað framvegis níggju fólk í Føroyum, sum hava korona. Tilsamans eru 6.021 fólk kannað og tilsamans er korona staðfest hjá 185 fólkum. Men tað merkir so aftur, at 176 fólk, sum hava verið smittað, eru sloppin av við korona aftur. 

Tað sita 25 fólk í sóttarhaldi, men eingin er innlagdur við korona - og enn er eingin føroyingur deyður av korona.