Eingin fekk korona í gjár

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta er úslitið, nú 5.153 føroyingar eru kannaðir, sigur virkandi landslækni.

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið.

Í løtuni eru 131 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava havt korona og  sostatt eru 11 føroyingar frískir aftur síðani í gjár. Annars er eitt fólk er innlagt á Sjúkrahúsi við Korona.