Eingin gudstænasta fram til 10. mai 2020

Allar gudstænasturnar verða avlýstar fram til og við 10. mai 2020. Tað boðar biskupur og dómpróstur frá á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni

– Við støði í tilmæli løgmans á tíðindafundinum í gjár verður boðað frá, at áður givnar leiðreglurnar framhaldandi eru galdandi við atliti at virkseminum í fólkakirkjuni, skriva Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Teir siga víðari:

          • Fólk eru vælkomin at venda sær til sóknarprestin við fyrispurningi um dóp og vígslu. Er talan um bráðneyðugar umstøður, eru dópur og vígsla eyðvitað ein møguleiki.

           • Fólk eru altíð vælkomin at venda sær til sóknarprestin umvegis telefon ella netið. Bæði tá ið talan er um vanligar spurningar, sálarneyð ella aðrar átrokandi umstøður.

          • Andlát og jarðarferð eru eitt viðkvæmt og sárt øki, ið eigur at handfarast hóvliga og við størstu virðing. Tey avvarðandi eru vælkomin at venda sær til sóknarprestin til tess nærri at vita, hvussu jarðarferðin á virðiligan hátt í stillum kann fara fram í kirkjuni.

At enda skrivar teir, at við støði í komandi tilmælum frá myndugleikunum endurskoðar fólkakirkjan í viku 20 avgerðirnar, ið tiknar eru.