Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta er úrslitið, nú 5.408 fólk eru kannað fyri korona
Sostatt er eingin smittaður hetta seinasta samdøgurið og hetta er triði dagur upp í slag, at eingin persónur er staðfestur smittaður.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 145 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava havt Korona og íløtuni er eingin innlagdur á Sjúkrahúsi við korona.
Í dag er Langi fríggjadagur, og eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag. Næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður 1.páskadag tann 12.apríl.