Eingin smittutilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 345 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 150.120 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 490 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 478 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 12 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna