Eingin smittutilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 233 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 154.511 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 495 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 490 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 5 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna