Eingin smittutilburður í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár

Í gjár vórðu 898 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 181.233 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 534 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 516 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 18 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna