Eingir festivalar ella stevnur í summar

– Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað vera nakrar stórar stevnur í summar, har fólk í stórum tali fara at standa tætt saman. Tað er sera vandamikið, tá ið vit hugsa um smittuvandan, og tí mæla vit frá, at stórir eins og smáir festivalar og stevnur verða hildnir í summar, sigur Pál Weihe, yvirlækni

Um tað verður upp til Pál Weihe, lækna og granskara, so vera eingir festivalar og summarstevnur í summar.

– Vit eiga at vera sera varin, tá ið vit lata upp aftur, og serliga viðvíkjandi tiltøkum, ið savna nógv fólk saman á einum lítlum øki. Vit eiga at lata upp aftur í smáum. Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað vera nakrar stórar stevnur í summar. Tað er sera vandamikið, tá ið vit hugsa um smittuvandan, og tí mæla vit frá, at stórir eins og smáir festivalar og stevnur verða hildnir í summar, sigur hann.

Hann væntar heldur ikki, at náttarlívið kann lata upp aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina ella tíðliga í heyst.

– Eg havi ta vón, at um góða gongdin heldur á yvir summarið, so hava vit eitt næstan vanligt samfelag aftur, tá ið  summarið er av, sigur hann.

Bíða við ellisheimum

Yvirlæknin er eisini varin, tá ið hann verður spurdur, um sambýli og ellisheim skulu lata upp aftur fyri vitjandi.

– Vit skulu vera sera varin, tá ið vit lata upp. Og vit mugu lata upp í smáum. Eg haldi, at vit skulu bíða, til vit koma út í mai, áðrenn vit taka støðu, um vit kunnu lata ellisheim og sambýli upp varisliga. Vit mugu fyrst síggja, hvussu støðan verður tá, sigur hann.

Stóra avbjóðingin verður, tá ið landamørkini lata upp aftur.

– Trupulleikar kunnu koma, tá ið landamørkini lata upp aftur. Tí er tað sera týðandi, at øll, sum koma úr útlandinum, fara beinleiðis í sóttarhaldi í 14 dagar, sigur hann.

Lesið alla samrøðuna við Pál Weihe í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.