Einki ansingargjald í Nes kommunu

Gjaldast skal ikki fyri dagstovnapláss í Nes kommunu, meðan koronatiltøkini eru galdandi, um tú ikki hevur havt barnið á stovni.

Tað boðar Nes kommuna frá í dag.

Fíggjarnevndin í Nes kommunu hevur viðgjørt dagstovnagjøldini í tíðini dagstovnarnir eru stongdir í samband við Covit 19 smittuna. Landsins mynduleikar hava heitt á foreldur um at hava børnini heima og boðaðu kommununum frá, at dagstovnar skulu verða stongdir, tó at opið skal verða fyri neyðansing. Dagstovnaøkið er tí munandi skert.

– Bygdaráðið í Nes kommunu hevði roknað við, at Kommunufelagið meldaði út eina felags støðu viðvíkjandi dagstovnagjaldinum, men enn er eingin fráboðan komin, sigur Nes kommuna, og fíggjarnevndin í Nes kommunu heldur ikki, at bíðast kann meira eftir kommunufelagnum.

Fíggjarnevndin mælir til, at foreldrini ikki skulu gjalda dagstovnagjald, um barnið ikki er í kommunalari ansing í tíðini sum dagstovnarnir í Nes kommunu eru stongdir.

– Allir bygdaráðslimir eru kunnaðir um tilmælið frá fíggjarnevndini, og greitt er, at tilmælið verður samtykt.

Dagstovnagjøldini í Nes kommunu eru umleið 280.000 krónur um mánaðin, og nú gjøldini verða minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini, verður neyðugt við eykajáttan.

Í Vøggustovuni, Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum er bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn, sigur Nes kommuna.