Einki kann basa korona - uttan koppseting

Korona er tíggju ferðir so drepandi sum svínakrímið í 2009

 

 

Tað er bara eitt vælvirkandi koppsetingarevni sum kann basa korona. Tað sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari í alheims heilsustovninum, WHO, á tíðindaskrivi um korona.

Hann sigur, at korona er tíggju ferðir so drepandi, sum svínakrímið í 2009. Og hann endurtekur, at talan er um eitt nýtt virus, sum vit ikki hava vitað um áður og tískil er neyðugt at laga bardagan ímóti korona til alla tíðina, so hvørt vit fáa størri kunnleika til tað.

Men vit vita longu nú, at upp á seg krevur korona tíggju ferðir so nógv mannalív sum svínakrímið í 2009, gjørdi. Vit vita eisini, at smittuvandin er nógv størri á ellisheimum, og aðrastaðni har nógv fólk eru savnað á sama stað, og vit vita, at skal smittuspjaðingin tálmast, hevur tað avgerandi týdning at finna tey sjúku, og at finna tey, sum tey hava havt samband við, og at seta øll í sóttarhald.

Hann sigur, at vit vita eisini, at í summum londum, tvífaldast talið á smittaðum triðja ella fjórða hvønn dag. Og sostatt vita vit, at smittan breiðir seg ómetaliga skjótt, men tað tekur nógv drúgvari tíð hjá smittuni at hæsa av aftur.

– Sostatt tekur tað nógv drúgvari tíð at basa smittuni enn tað tók smittuni at breiða seg, sigur aðalskrivarin.

Tað merkir, at tá ið tiltøk, sum skulu forða fyri smittuspjaðing, verða tikin av, má tað gerast so líðandi og við varsemi, og tiltøkini mugu ikki takast av fyrrenn stór arbeiðsorka er sett av til at finna fólk, sum eru smittað, og øll, tey hava verið í samband við.

Men hann vísir samstundis á, at samstundis sum at fleiri lond tosa um at avtaka tiltøkini ímóti korona, eru tað fleiri lond, serlia fátæk lond í Afrika, Asia og Suðuramerika, sum framvegis umhugsa, hvussu tiltøk skulu verða sett í verk ímóti korona.

Í nógvum fátækum londum nyttar lítið at biðja fólk halda seg heima, tí nógv av teimum fátækastu, tilflytarar og flóttafólk, og onnur, liva ógvuliga trongligt og umstøðurnar til reinføri eru vánaligar.

– Hvussu kunnu tey yvirliva innandura, tá ið tað er neyðugt at fara til arbeiðis hvønn einasta dag fyri at lívbjarga sær, spyr hann.

Tað hevur áður verið sagt, at tað er ikki væntandi, at vit fáa nakað koppsetingarevni fyrr enn tíðliga næsta ár, men nú hava bretskir granskarar birt eina nýggja vón, tí teir siga, at gongst væl, kann eitt koppsetingarevni vera til taks longu í heyst.