Einkjurnar eftir ringasta blóðbað í Evropa í nýggjari tíð líða enn

Í dag eru 25 ár síðani, at bosniskt-serbiskir hermernn hertóku Srebrenica og framdu fólkadráp.

Í Srebrenica er gjørt minnismiðstøð við tilhoyrandi kirkjugarði fyri blóðbaðnum í juli í 1995. (Arkivfoto). - Foto: Dado Ruvic/Reuters

Í Srebrenica er gjørt minnismiðstøð við tilhoyrandi kirkjugarði fyri blóðbaðnum í juli í 1995. (Arkivfoto). - Foto: Dado Ruvic/Reuters

– Øll, sum vilja úr býnum, fáa flutning. Stór og smá. Ung og gomul. Verið ikki bangin. Eingin ger tykkum nakað.

Soleiðis ljóðaðu sissandi orðini frá Ratko Mladic, herovasta, til íbúgvarnar í Srebrenica í Bosnia-Hercegovina fyri júst 25 árum síðani, skrivar BBC.

Men í staðin fyri vórðu ræðsluslignu íbúgvarnir vitni til og offur fyri einum blóðbað, sum ikki hevur verið verri á evropiskari jørð siðani Annan Heimsbardaga.

Tann 11. juli í 1995 hertóku bosniskt-serbiskar herdeildir undir leiðslu av Ratko Mladic, herovasta, býin og upp á minni enn tvær vikur vórðu 8.000 muslimskir menn og dreingir systematiskt avrættaðir. Kvinnur og børn vóru send úr býnum.

Lættvápnaðaðar friðarvarðveitandi deildir frá ST, sum høvdu lýst økið sum »trygt øki« og harvið vissað fólkið um, at tey vórðu vard, gjørdu einki fyri at steðga blóðbaðnum.

Kofi Annan, fyrrverandi aðalskrivarði í ST, viðgekk seinni, at tann skammbletturin ongantíð fæst burtur.

– Sorgarleikurin i Srebrenica fer altíð at fylgja søguni hjá ST, segði Annan.

Fleiretniska Bosnia-Hercegovina var í upploysnini av Joguslavia vígvøllur fyri borgarkríggi.

Í 1992 lýsti Bosnia-Hercegovina seg sjálvstøðugt eftir eina fólkaatkvøðu, sum serbiski parturin av fólkinum hevði boykottað. Stutt eftir løgdu bosniskt-serbiskar deildir á nýskipaða landið.

Dagin eftir at Srebrenica í 1995 varð hertikið fyri aðru ferð, fóru drápini í gongd. Í summum førum vórðu vaksin tvingað til at síggja børn síni verða dripin. Tey fleiri túsund lík vórðu síðani við bulldozarum trýst niður í hópgravir.

25 ár eftir biður Fatima Mujic hvønn dag fyri manni sínum og teimum trimum synum teirra, sum vóru millum offrini í fólkadrápinum. Hon hugsar eisini um elsta sonin, Refik, sum enn ikki er funnin.

– Eg haldi framvegis, at hann er á lívi onkustaðni. Eg veit um hinar, men tá eg biði fyri honum, fara hendur mínar at skelva. Eg veit ikki, hvat eg skal gera, sigur 75 ára gamla einkjan við tíðindastovuna AFP.

##med2##

Hon minnist, hvussu yngsti sonur hennara, tann 16 ára gamli Nufik, bað hana um ikki at fara frá sær, tá hermenninir hjá Ratko Mladic komu inn í býin.

– Eg streyk honum um hárið, og segði, at eg ikki fór frá honum, sigur hon.

Ein onnur einkja, tann 71 ára gamla Mejre Djoga, hevur valt restina av ævi síni at vera á staðnum, har lív hennara »steðgaði«. Báðir synir hennara, 19 og 21 ára gamlir, liggja saman við teimum fleiri túsund offrunum grivnir nærindis heimi hennara.

– Eg havi einki at liva fyri longur. Eg taki mær av blómunum fyri ikki at missa skilið, sigur hon við AFP.

Fleiri av teimum, sum høvdu ábyrgdina av blóðbaðnum í Srebrenica fyri fjórðings øld síðani, eru síðani dømdir harðar revsingar.

/ritzau/

 

 

 

 

 

Í Srebrenica er gjørt minnismiðstøð við tilhoyrandi kirkjugarði fyri blóðbaðnum í juli í 1995. (Arkivfoto). - Foto: Dado Ruvic/Reuters