Eirikur á Húsamørk hevur latið upp matstovu

Hann hevur fingið tveir dugnaligar útlendskar kokkar at hjálpa sær, nú matstovan Brimborg við Gøtugjógv er latin upp.

 

- Aftrat útlendsku kokkunum, havi eg nakrar lokalar damur, sum taka sær av tænastu og borðreiðing.

- Aftrat útlendsku kokkunum, havi eg nakrar lokalar damur, sum taka sær av tænastu og borðreiðing.

 

Á adressuni Gøtuvegur 2 við Gøtugjógv, har nógv ymiskt virksemi hevur verið gjøgnum tíðirnar, er nýggj, hugnalig og forvitnislig matstova nú latin upp. Hetta er í bygninginum, tey í Gøtu rópa Brimborg, og tað er júst Brimborg, sum eisini er navnið á matstovuni. Tað er her, at klædnahandilin Hemmas helt til í nøkur ár, og tað var eisini her, at omma og mamma matstovueigaran, Marna og Hallgerð, róku handil, handilin hjá Halduri, sum var abbi matstovueigaran. Matstovueigari er Eirikur á Húsamørk, sum er kendur úr føroyskum vinnulívi, og sum í sínari tíð vann Høvdavirkinum í Leirvík heiðurin sum Ársins Virki.

- Abbi mín byrjaði at selja petroleum longu í 1946, og bæði abbi og langabbi vóru postmeistarar. Hesin bygningurin, sum nú eisini er vorðin karmur um matstovu, varð bygdur fyrst í sekstiárunum og sum ungur minnist eg serliga, at her var posthús og banki - og so handilin hjá abba og ommu í miðjuni, sum serliga omma og mamma mín tóku sær av. 

Hetta var matvøruhandil, sum annars seldi alt millum himmal og jørð - ja, alt frá matvørum og gerandisvørum til súkklur og súkklulutir. Eirikur á Húsamørk vísir á, at nógv ymiskt virksemi hevur verið í Brimborg í hansara tíð, og her hava eisini verið nógv ymisk leigumál. - Tað hevur altíð verið lív í hesum bygninginum og eisini í dag, nú miðhæddin er vorðin ein spennandi matstova, eru leigumál í hinum báðum hæddunum í bygninginum, sum er í trimum hæddum, sigur hann.

Matstovan Brimborg húsast soleiðis á miðhæddini á 180 fermetrum, og her er høgt til loft og vítt til veggja. Tað er eingin matstova um hesar leiðir, tó at her koyra einir 4000 bilar fram við um dagin. Møguleikarnir at koyra inn til bygningin av høvuðsvegnum eru góðir, og her eru góðir parkeringsmøguleikar. Eirikur á Húsamørk sigur, at hann í fyrstani hugsaði um bara at levera take-away úr hølunum, men tá tað eydnaðist honum at fáa fatur í tveimum góðum og royndum kokkum - einum norðmanni og einum dana - er Brimborg nú blivið til eina veruliga matstovu, sum eisini hevur take-away, sum part av sínum konsepti.

- Nú matstovur í stórum tali eru stongdar uttanlands, fekk eg høvi at fáa hesar báðar kokkarnar heim her at arbeiða. Teir hava báðir arbeitt á kendum matstovum - í øllum førum annar teirra eisini á onkrari Michelin-matstovu, og teir hava báðir arbeitt víða um lond. Aftrat kokkunum, havi eg nakrar lokalar damur, sum taka sær av tænastu og borðreiðing, sigur Eirikur á Húsamørk vísir á, at hetta eru kokkar, sum arbeiða allan matin frá grundini av, og her verður stórur dentur lagdur á, at einki fer til spillis. - Her verður tískil einki matoyðsl, leggur hann aftrat.

##med2##

Tað er ein tíð síðan, at Brimborg fór at bjóða take-away, og her hevur verið heilt fitt at gera, og afturmeldingarnar eru góðar. - Vit hava havt nøkur royndarkvøld, har vit líka sum hava roynt tað útboð, vit higartil hava, og her hevur verið fullteknað beinanvegin. Vit hava eisini havt nøgdsemiskanning millum tey vitjandi, og vit hava fingið góðar afturmeldingar.

Eirkur á Húsamørk sigur, at tað eru skipanir, sum skuldu royndarkoyrast, sum eitt nú bókingarskipan til borð og mat og take-away tænastan, og tað verið eitt sindur av arbeiði at fáa hesi tingini at koyra, sum tey skulu. - Vit hava longu selt nógv um take-away skipanina, og her hava fólk, sum eru komin eftir matinum, eisini havt høvi at sett seg niður at eta, um tey hava ynskt tað. Her hava vit eitt nú havt høsnarunga og kips, fisk og kips og góðar burgarar.

- Brimborg eisini hevur fult skeinkiloyvi, og hevur opið allar dagar uttan mánadag, tá matstovan er stongd, sigur matstovueigarin, sum leggur aftrat, at matstovan bæði hevur heimasíðu og Facebook-síðu.

- Aftrat útlendsku kokkunum, havi eg nakrar lokalar damur, sum taka sær av tænastu og borðreiðing.

- Vit hava havt nøkur royndarkvøld, sum hava verið fullteknað, sigur Eirikur á Húsamørk.