Eisini long bíðirøð á Tvøroyri at kanna seg fyri koronu

Tvøroyrar kommuna heitir á fólk um at taka serlig atlit og ansa sær í ferðsluni

 

 

Myndir: Tvøroyrar kommuna

Myndir: Tvøroyrar kommuna

Sera nógvir bilar standa í bíðirøð á Tvøroyri í dag til kanningarstovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsið, har til ber at kanna seg fyri covid-19.

– Tvøroyrar kommunu heitir tí á fólk um at taka serlig atlit og ansa sær í ferðsluni, nú bíðirøðin til korona-kanningar á Suðuroyar Sjúkrahús er voksin oman í býin, skrivar Tvøroyrar kommuna.

– Tvøroyrar kommuna heitir á bilførarar, sum standa í bíðirøðini um at geva tekin og pláss, soleiðis at onnur ikki vera forða fyri at sleppa fram í ferðsluni.

##med2##

Myndir: Tvøroyrar kommuna