El-bilar nærkast nú einum prosenti

0,72 prosent av øllum persónbilum í Føroyum eru nú el-bilar, sum eru 188 í tali.

El-bilurin frá Kia, e-Niro, sigst koyra 455 km upp á eina løðing

El-bilurin frá Kia, e-Niro, sigst koyra 455 km upp á eina løðing

Nú eru 38.963 akfør í Føroyum 222 eru el-rikin.

0,57 prosent av øllum akførum í Føroyum eru el-rikin akfør.

Tað vísa hagtølini frá Akstovuni, sum eru gjørd upp fyri tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár.

Nógv tann størsti bólkurin av bilum eru persónbilarnir, sum eru 25.972 í tali. Av teimum eru 188 el-riknir. 9.856 eru diesel-drivnir, meðan 15.928 eru bensindrivinir. Tað vil siga, at 0,72 prosent eru el-drivnir, 38 prosent eru diesel-drivnir, meðan 61 prosent eru bensin-drivnir.

Umframt teir 188 persónbilarnar, sum eru el-bilar, so er 1 el-bussur, 2 el-hýruvognar, 23 el-prutl og 8 el-hýruvognar skrásettir í Føroyum.

El-bilurin frá Kia, e-Niro, sigst koyra 455 km upp á eina løðing