Eldur í víkingahúsum

Eini hús, sum liggja í einum eftirgjørdum víkingabýlingi í Danmark, standa í kvøld í ljósum loga.

Húsini eru partur av Frederikssund Vikingeboplads, sum javnan verður nýtt til sonevnd víkingaspøl.

Løgreglan veit enn onki um orsøkina til eldsbrunan.

Løgreglan fekk boð um at húsini brunnu klokkan 20.10, danska tíð, og væntað verður ikki, at vandi er fyri at eldurin breiðir seg til onnur hús. Ongin var í húsunum, tá eldur kom í, og ongin býr í júst hesum býlinginum, so vandi er ikki fyri menniskjalívum, sigur løgreglan, sum tó heitir á fólk um at halda seg burtur, og ikki forvitnast, og minnir á coronaforboð, ið ikki loyvir størri mannamúgvum at savnast.