Elizabeth drotning kallað Harry prins á kreppufund

Drotningin skal í morgin hava eitt álvarsprát við familjuna um, hvønn leiklut Harry prinsur og Meghan Markle skulu hava framyvir.

Bretska drotningin hevur kallað inn til kreppufund í kongsfamiljni á góðslinum Sandringham House mánadagin. Her skulu framtíðar leiklutirnir hjá Harry prinsi og Meghan Markle umrøðast.

Tað skrivaði BBC í gjár.

Fundafinnkallingin kemur, eftir at Harry Prinsur og amerikanska kona hansara mikudagin boðaðu frá, at tey stíga eitt stig aftur í kongshúsinum.

Starvsfólk í kongshúsinum siga fyri BBC, at Charles prinsur og William prinsur eisini vera á fundinum. Miðilin skrivar víðari, at einki er, sum bendir á, at nøkur avgerð fer at verða tikin um nakað á fundinum.

Tíðindamaðurin hjá BBC, Jonny Dymond, sigur, at tað er vónin, at samrøðan fer at føra til »næsta stigið« á vegnum ímóti at allýsa nýggju viðurskiftini hjá Harry og Meghan Markels til familjuna.

Samstundis ynskir drotningin eftir øllum at døma at finna eina loysn upp á støðuna innan fáar dagar. Kreppufundurin mánadagin á Sandringham House í Norfolk í Eysturonglandi kemur í kjalarvørrinum av fleiri fundum og samrøðum, sum hava verið eftir fráboðanina frá parinum á Instagram mikudagin.

– Vit hava eina ætlan um at stíga aftur sum »seniorlimir« í kongsfamiljuni og arbeiða fyri at gerast fíggjarliga óheft, meðan við halda fram við av fullum huga at stuðla hennara hátign drotningini, verður sagt í uppslagnum.

Parið upplýsir víðari, at tey ætla at býta tíðina millum Bretland og Norðuramerika.

Meghan Markel er eftir tíðindini farin til Kanada fyri at vera saman við soni teirra, Archie.

Boðini komu óvæntað hjá øllum – eisini kongsfamiljuni, herundir drotningini, sum ikki var ávarað frammanundan.

Sambært BBC var kongsfamiljan »særd« av tíðindunum.

/ritzau/

 

Harry prinsur og Megan Marke ynskja ikki longur at vera týðandi limir av bretsku kongsfamiljuni. - Foto: Toby Melville/Reuters

 

@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }a:link, span.MsoHyperlink { color: blue; text-decoration: underline; }a:visited, span.MsoHyperlinkFollowed { color: purple; text-decoration: underline; }div.Section1 { }