Elon Musk er nú heimsins ríkasti

Elon Musk er júst vorðin heimsins ríkasti maður við einum ríkidømi áljóðandi 1.150 milliardir krónum og yvirhálar tískil Jeff Bezos.

 

Partabrøvini hjá Tesla eru hækkað 6% í virði í dag, og tað hevur havt við sær, at stovnarin av Tesla, Elon Musk, gjørdist slakar 55 milliardir krónur ríkari í dag. Við hesum er Musk góður fyri umleið 1.150 mia krónur mótvegis teimum 1.130 mia hjá stovnaranum av Amazon, Jeff Bezos, ið áður var heimsins ríkasti.

Elon Musk yvirhálaði Warren Buffet fyrr í juli og gjørdist samstundist sjeyndríkasti í verðini. Í novembur reyk Musk fram um Bill Gates, sum leingi hevur sitið á trúnuni sum heimsins ríkasti maður.

Fyri bert einum ári síðani var Musk góður fyri slakar 160 mia krónur og var millum 50 ríkastu kring heimin.

Partabrøvini hjá Tesla handlast í løtuni fyri 808 dollarar og eru meira enn níggjufaldað í virði seinasta árið við einum samlaðum marknaðarvirði á 763 mia dollarar.