Elsta kvinna í Onglandi deyð

Joan Hocquard gjørdist 112 ára gomul

Joan Hocquard helt 112 ára føðingardag við Bob Weighton, sum tá var heimsins elsti maður

Joan Hocquard helt 112 ára føðingardag við Bob Weighton, sum tá var heimsins elsti maður

Elsti persónur í Onglandi, Joan Hocquard, er deyð, 112 ára gomul.

Joan Hocquard varð fødd 29. mars í 1908 - á sama degi sum Bob Weighton, sum var heimsins elsti maður, til hann andaðist í mei.

BBC skrivar, at Hocquard andaðist heima hjá sær sjálvari í Dorset leygardagin.

Joan Hocquard var ein part av uppvøkstrinum í Kenya, har pápi hennara var kolonialherovasti. Seinni fór hon á kostskúla í Sussex, áðrenn hon flutti til Geneve, har hon starvaðist sum kokkur á einum gistingarhúsi.

Undir krígnum koyrdi Hocquard sjúkrabil í London, og eftir kríggið flutti hon til suðurstrondina, har hon gjørdist íðin siglari.

Joan Hocquard giftist við Hilbert Hocquard, og tá hann doyði í 1981, flutti hon til Liliput nærhendis Poole.

Joan Hocquard helt 112 ára føðingardag við Bob Weighton, sum tá var heimsins elsti maður