Elton John grátandi av palli

Fyrr í dag fór Elton John grátandi av palli.

Tá 72 ára gamli Elton John ikki megnaði at syngja lagið Daniel, lenaði hann seg móti klaverinum og sá út til at tára, innan hann bleiv hjálptur av pallinum. Hann avlýsti restina av konsertini, sum var í Auckland, New Zealand.

- Eg havi mist røddina. Eg fái ikki sungið. Eg má fara, orsaka, segði Elton John við stóru mannamúgvuna.

Mannamúgvan tók hetta tó ikki illa upp, men klappaði fyri at troysta tónleikaran.

Tað var orsakað av lungnabruna, at Elton John mátti gevast eftir ein og ein hálvan tíma á palli.

Konsertin í Auckland var partur av Farewell Yellow Brick Road ferðini við 300 spælingum í 3 ár. Hetta er síðsta ferðin, innan hann verður pensjónist. Tvær konsertir afturat eru í Auckland, tann 18. og 20. februar.