Endurvenjingar til sjúklingar

 

Hvørt ár gerast fleiri føroyingar álvarsliga sjúkir – sálarliga og likamliga. Hetta broytir teirra gerandisdag og eisini gerandisdagin hjá teirra avvarðandi. Endurvenjingar eru mangan neyðugar, og jú fyrr venjingin byrjar og jú betur samskipað hon er, tess skjótari og betur kemur sjúklingurin fyri seg aftur.

Eisini er tað av alstórum týdningi, at hond verður tikin um tey avvarðandi, soleiðis at tey ikki kenna seg slept uppá fjall. Tað at standa einsamøll við øllum, stressar familjuna almikið og kann hava  álvarsligar fylgjur við sær.

Vit mugu kunna bjóða minst líka góðar endurvenjingar sum grannalond okkara. Endurvenjingardeplar við serfrøði innan endurvenjing eiga at raðfestast. Hetta kostar pening, men er neyðugt, tí nógvar familjur enda í hesi vanlukkuligu støðu hvørt ár.

Ein samskipan av tilboðum má verða til taks, soleiðis at tey avvarðandi ikki skulu renna frá Peri til Pól fyri at fáa nøktandi endurvenjingartilboð.

Hetta eigur at hava hægstu raðfesting í einum komandi samgonguskjali, um Javnaðarflokkurin er við, og hetta vil Javnaðarflokkurin kempa fyri.

 

Jóhannis Joensen

Valevni fyri Javnaðarflokkin