Enn ein kvinna á listanum hjá Sjálvstýrinum

Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Hervør Ólafsdóttir Lützen úr Havn verður á listanum hjá Sjálvstýrinum til komandi løgtingsval.

 

Men hvør er Hervør?

 

Hervør er uppvaksin í Havn, mamma at trimum deiligum børnum og lesur til lærara á Setrinum.

 

Sjálvsagt eru nøkur av hennara hjartamálum familjuviðurskiftini og undirvísingarøkið.

 

Sum náttúrumenniskja ynskir Hervør eisini, at komandi ættarlið kunnu arva somu vøkru Føroyar, sum hon kennir og elskar.

 

Frá pápanum, Finn Ólafur Guðmundsson, sum í mong ár hevur verið sjómaður, hevur Hervør lært at hart arbeiði lønar seg altíð. Hervør ynskir at styrkja og menna okkara annars illafarnu fiskivinnu – sum hon sigur “Hevur fiskivinnan tað gott, hava Føroyar tað gott!"

 

Síðst, men ikki minst, er hon av Lützen familjuni, ið er kend fyri at hava bein í nøsini! Her er Hervør als ikki eitt undantak. Hon er eitt kvinnubrot!

 

Vel Hervør Ólafsdóttir Lützen!

Fyri familjurnar, fyri náttúruna, fyri fiskivinnuna, fyri Føroyar!