Enn ein spreinging í Sri Lanka

 

Nú er enn ein bumba brostin í høvuðsstaðnum í Sri Lanka, Colombo. Tað skrivar Reuters. Talan var um ein bil, sum fór í luftina nærindis kirkuna St. Anthonys. Hendan sama kirkjan varð eisini rakt av bumbuálopi í gjár.

Spreingingin hendi eftir øllum at døma, tá serfrøðingar royndu at avfjúsa bumbuna. Har er í núverandi løtu ikki greitt, um nakar fekk skaða av hesari bumbuni. 

Bumbuálopini í Sri Lanka hava kravt minst 290 mannalív í gjár. Fyrr í dag vórðu 87 bumbur funnar á einari stórari bussstøð mitt í Colombo. 12 av hesum lógu ymsastaðni á statiónini, meðan 75 lógu í einari skrellispann nærindis, skrivar Ritzau. 

Les eisini: Deyðatalið veksur aftaná yvirgangsálop