Enn er ikki sloppið

– Vit koma at liva øðrvísi leingi aftrat

Hóast Føroyar so smátt eru farnar upp í ferð, so er framvegis neyðugt at halda fast, og vit skulu ikki halda, at nú er sloppið.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri løtu síðani á tíðindafundi.

Løgmaður gjørdi greitt, at verandi tilmæli standa í fyrsta føri við til 4. mei, men legði aftrat, at heldur verandi støða sær, har eingir nýggir tilburðir av koronavirus eru, kunnu vit vera "varliga bjartskygd", og møguliga ber til at seta landið meira upp í ferð 4. mei, um so verður.

Bárður á Steig Nielsen segði seg skilja, at fólk vóru ørkymlað av tilmælunum, og at fólk ikki skiltu, hví landsstýrið ikki nýtti forboð heldur enn tilmæli. Men orsøkin er einfalt tann, at landsstýrið hevur ikki heimildirnar til at seta forboð, segði løgmaður.

Barnagarðar og yngstu flokkarnir í fólkaskúlanum fara so smátt at lata upp aftur 20. apríl, og løgmaður helt fyri, at hendan fyrsta tíðin kundi nýtast til royndartíð fyri so at endurmeta 4. mei.

Bárðar á Steig Nielsen gjørdi tó greitt, at hann hevði skilt, at ymsastaðni hildu fólk, at nú var vandin av, og at fólk tí vóru farin at savnast aftur. Hetta skulu fólk ikki, og hann heitti inniliga á føroyingar um at virða almennu koronatilmælini.

Somuleiðis gjørdi løgmaður greitt, at føroyskur ungdómur, ið nú kemur heim aftur til Føroya, má og skal halda sóttarhaldið í 2 vikur.