Enn fleiri føroyingar smittaðir við koronu

Farsóttarnevndin hevur fund í morgun og løgmaður hevur tíðindafund seinni

 

 

Aftur nú eru fleiri føroyingar funnir, sum eru smittaðir við korona. Tað váttar landslæknin í morgun.

Í gjár varð boðað frá, at tveir føroyingar høvdu fingið koronu. Harumframt er ein dani smittaður, sum hevur verið í Føroyum. men síðani eru fleiri tilburðir staðfestir afturat. Men landslæknin sigur ikki, hvussu nógvar tilburðir, talan er um.

Tey høvdu verið á ólavsøku. Landsæknin sigur í eini stuttari viðmerking í morgun, at arbeitt verður av øllum alvi at fáa fatur á teimum fólkum, sum tey, sum eru smittað við koronu, hava havt samband við.  Tey vita nú, at tvey av teimum smittaðu hava havt samband við hvønn annan, men óvist er, hvussu er við tí triðja.  

Hann sigur, at tað gongur sína gongd og fyribils eru yvir 60 fólk sett í sóttarhald.

Farsóttarnevndin fer at hava fund nú í morgun fyri fáa greiði á um nøkur tiltøk skulu setast í verk, ella hvørji tiltøk skulu setast í verk. Samstundis fer løgmaður at hava tíðindafund seinni í dag um støðuna.