ES borgarar og bretar sleppa undan sóttarhaldi í Frankaríki

Eitt nú føroyingar kunnu nú ferðast til Fraklandi uttan at fara í sóttarhald. Franski forsetin sigur, at borgarar úr ES, Schengen og Bretlandi ikki skulu í sóttarhald í tvær vikur eftir at verða komnir til Frankaríki

Nú er talið av deyðum í Frankaríki komið upp á 24.895 (Savnsmynd) – Mynd: Benoit Tessier/Ritzau Scanpix

Nú er talið av deyðum í Frankaríki komið upp á 24.895 (Savnsmynd) – Mynd: Benoit Tessier/Ritzau Scanpix

Frankaríki fer at sleppa borgarum úr ES, Schengen-økinum, sum Føroyar eru partur av, og Bretlandi undan at skula í sóttarhald fyri at koma inn í Frankaríki.

Tað upplýsir forsetaskrivstovan, eftir at franska stjórnin leygardagin upplýsti, at hon vil leingja kreppustøðuna í landinum fram til í øllum førum 24. juli, og at ein og hvør, sum skal inn í Frankaríki, skal í sóttarhald í tvær vikur.

Men sóttarhaldsreglurnar fara altso ikki at vera galdandi fyri »persónar, sum koma úr ES-londum, Schengen-økinum ella Stórabretlandi, líka mikið tjóðskap«, útgreinaði forsetin í gjár.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Frankaríki kann eins og fleiri onnur evropisk lond fegnast um, at koronafarsóttin eftir øllum at døma er við at hæsa av.

Seinasta samdøgrið eru skrásett 135 andlát millum koronasjúklingar, sum er tað lægsta talið í seks vikur.

Tað skrivar miðilin France 24.

Við dagføring av tølunum í gjár er samlaða talið av deyðum í Frankarík við korona komið upp á 24.895, sum svarar til eitt sindur meira enn 37 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Í Frankaríki hevur stjórnin boðað frá eini stigvísari upplating av samfelagnum, har fyrstu stigini verða tikin 11. mai. Soleiðis er ætlanin, at børn aftur skulu í skúla í stigum, nøkur virki lata uppaftur, og fólk fara aftur at kunna ferðast innan fyri ein radius upp á 100 kilometrar frá heimi sínum uttan eina undirskrivaða váttan.

– Men um talið av nýggjum smittutilburður vísir seg at vera ov høgt, verða vit noydd at umhugsa støðuna av nýggjum viðvíkjandi afturlating av samfelagnum, sigur franski heilsumálaráðharrin, Olivier Veran, við blaðið Journald du Dimanche sambært

AFP.

Hann ávarar samstundis franskmenn ímóti at fara at leggja ætlanir fyri summarferiu og sigur, at »tað er ósannlíkt, at hetta virusið fer í feriu«.

/ritzau/

 

Nú er talið av deyðum í Frankaríki komið upp á 24.895 (Savnsmynd) – Mynd: Benoit Tessier/Ritzau Scanpix