ES: Hjálparpakki fyri fleiri túsund milliardir

ES-hjálparpakkin fer eitt nú at geva londunum møguleika til stór lán frá Evropisku Støðufestisskipanini.

Mário Centeno er fíggjarmálaráðharri í Portugal og formðaur í evropabólkinum hjá ES. – Mynd: Pedro Nunes/Reuters

Mário Centeno er fíggjarmálaráðharri í Portugal og formðaur í evropabólkinum hjá ES. – Mynd: Pedro Nunes/Reuters

Í dag eru fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum vorðnir samdir um ein hjálparpakka upp á fleiri billiónir.

Formaðurin í Evropabólkinum hjá ES, portugisiski fíggjarmálaráðharrin, Mário Centeno, roknar við at partar av pakkanum eru klárir um tvær vikur.

– ES londini vóru ov sein undir fíggjarkreppuni í 2007-2008, og tann feilin vilja tey ikki gera umaftur, segði Mário Centeno í kvøld.

Hetta er í hálparpakkanum:

  • Ein veðhaldsgrunnur í Evropiska Íløgubankanum, sum skal stuðla fígging til serliga smá- og miðalstór virki fyri umleið 1.500 milliardir krónur.
  • Eitt nýtt ES-tól at stuðla lønarendurgjaldsskipanum í limalondunum og ávirs heilsulig tiltøk upp á umleið 750 milliardir krónur.
  • Ein nýggjur endurbyggingargrunnur, sum skal stuðla endurbygging av evropiskum búskapum við stuðli frá ES-fíggjaræltanarskipanum.
  • Atgongd til lán frá felags kreppugrunninum hjá ES, Evropisku Støðufestisskipanini, fyri tilsamans tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni hjá ES londunum (umleið 1800 milliardir kronur) undir ávísum treytum.
  • Møguleiki fyri at brúka aðrar pengar í ES-fíggjarætlanini til Covid-19 tiltøk. Tað svarar til umleið 275 milliardir krónur.Tað verða settar umleið 20 milliardir krónur av á ES fíggjarætlanini 2020 til millum annað flutning og keyp av medisinskari útgerð, feltsjúkrahúsum og eyka heilsustarvsfólki í sambandi við koronakreppuna.

Keldur: Finansministeriet.

/ritzau/

 

 

Mário Centeno er fíggjarmálaráðharri í Portugal og formðaur í evropabólkinum hjá ES. – Mynd: Pedro Nunes/Reuters