ES stjóri harmast joke um Greta-sjúku hjá ungum

Tað var “óhóskandi” at lýsa veðurlagsstríðsfólk sum rakt av “Greta-sjúku”, viðgongur uttanríkisstjórin hjá ES.

Funnist hevur verið harðliga at 72 ára gamla Joesp Borrell, og nú bakka hann: – Eg vil biða øll umbera meg, sum hava kenst seg særd av míni ópassandi viðmerking um hesa týdningarmiklu ungdómsrørsluna - Foto: François Lenoir/Reuters

Veðurlagsbroytingarnar er eitt evni, sum vit skulu ansa okkum  at skemta við.

Tað hevur uttanríkisstjórin hjá ES, spanski Josep Borrell, sannað, eftir at hann á einum fundi í ES tinginum mikudagin kom við eini óhósakndi viðmerking um ung veðurlagsstríðsfólk.

Tá segði hann, at ungu stríðsfólkini eru lokkað av svensku veðurlagsstríðskvinnuni Gretu Thunberg.

Hann fanst at teimum ungu fyri ikki at vera greið yvir, hvussu dýrt og trupult tað verður at fremja grundleggjandi tiltøk í stíðnum ímóti veðurlagsbroytingunum.

Tey ungu er soleiðis rakt av “Greta-sjúkuni”, segði Borrell, tá hann lýsti rákið.

Tað er serliga hendan viðmerkingin, sum 72 ára gamli Josep Borrell hevur hoyrt fyri.

Tí var hann í dag noyddur á Twitter at koma við eini umbering.

– Eg vil biða øll umbera meg, sum  hava kenst seg særd av míni ópassandi viðmerking um hesa týdningarmiklu ungdómsrørsluna, sum stríðast fyri veðurlagsbroytingum, skrivar hann.

Bólkurin Tey Grønu í ES tinginum hava funnist at Borrell í hørðum vendingum fyri viðmerking hansara. Viðmerkingarnar “kunnu ikki góðtakast av einum umboð fyri ES”, halda tey.

ES-nevndin hevur stórar ætlanir á veðurlagsøkinum. Veðurlagsbroytingarnar hava serligt pláss í virkisætlanini hjá nevndini. Og nevndin hevur lovað at brúka milliardir av evrum um árið fyri at tryggja, at ES er verðurlagsneutralt í 2050.

/ritzau/AFP