Fáa aftur áskoðarar til Premier League

Tó í mesta lagi 4000 áskoðarar

Soleiðis sá út til dystin millum Newcastle og Chelsea herfyri. Mynd: Scanpix

Soleiðis sá út til dystin millum Newcastle og Chelsea herfyri. Mynd: Scanpix

Frá 2. desember verða aftur áskoðarar at síggja til Premier League dystir.

Fleiri altjóða miðlar boða frá, at Boris Johnson, bretskur forsætisráðharri, hevur boðað frá, at tá núverandi lockdown endar 2. desember, sleppa áskoðarar aftur inn á leikvallir at hyggja eftir bestu ensku deildini í fótbólti.

Talan er kortini bert um Premier League, og sosatt mugu lægri deildirnar bíða.

Tað er eisini eitt øgiliga avmarkað áskoðaratal, ið fer at vera til Premier League dystirnar fyrstu tíðina.

NBC skrivar, at komandi tíðina verða ymsu landslutirnir í Bretlandi býttir upp í tríggjar bólkar eftir koronusmittutrýsti. Stig 1 er har, sum smittutrýstið er lægst, meðan smittutrýstið er hægst á stigi 3.

Sambært NBC eru ætlanirnar, at 4000 áskoðarar skulu sleppa til dystirnar, ið verða leiktir í landslutum undir 1. stigi. Verða dystirnir spældir undir 2. stigi, sleppa 2000 áskoðarar til dystin, meðan eingin sleppur inn, har økið er í 3. stigi.

Soleiðis sá út til dystin millum Newcastle og Chelsea herfyri. Mynd: Scanpix